Í tíðarskeiðnum oktober 2025 til september 2026 vórðu 14,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.
Hetta er ein vøkstur á 772 milliónir - 5,7 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Tey, sum arbeiddu innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu høvdu størsta vøksturin í krónum.
Vøksturin var serliga stórur innan botnfiskiveiðu og botnfiskiveiðu, sum er virkað umborð, har útgoldnu lønirnar vóru ávíkavist 188 milliónir krónur og 63 milliónir krónur størri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar.
Hetta eru 32 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar.
Menn áttu 62 prosent av útgoldnu lønunum, og áttu teir 68 prosent av lønarvøkstrinum.
Fyri bæði menn og kvinnur var lønin hægri fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Ávíkavist 6,4 prosent hjá monnum og 4,7 prosent hjá kvinnum.
Vøksturin var størstur hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, har vøksturin var sjey prosent. Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var vøksturin 3,9 prosent, skrivar Hagstovan.
Tey, sum vóru búsitandi í Sandoynni høvdu størsta vøksturin - 13 prosent. Tey, sum vóru búsitandi í Norðurstreymoy høvdu minsta vøksturin - trý prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald