Innanlands

16 starvsfólk á TV2 í Danmark send í karantenu

Danin, ið hevur fingið staðfest at hann er smittaður við Coronavirusinum, arbeiðir fyri stóra miðilin

Mikkel Hertz í samrøðu í dag - hann slær fast, at heilsumyndugleikarnir og TV2 hava tamarhald á støðuni (Mynd: TV2)

Mikkel Hertz í samrøðu í dag - hann slær fast, at heilsumyndugleikarnir og TV2 hava tamarhald á støðuni (Mynd: TV2)

2020-02-27 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jakob Tage Ramlyng hevði verið á skíferiu í Lombardia í Norðuritalia við familju síni. Hann kom heim mánadagin, fyrrpartin mikudagin kendi hann seg ikki væl, og varð síðani kannaður á eini sóttreinari sjúkrastovu á universitetssjúkrahúsinum í Roskilde. Í nátt varð staðfest, at Ramlyng, sum fyrsti danin hevur fingið virusi, ið serliga herjar í Kina, men sum nú av álvara spreiðir seg kring heimin.

Les eisini: Fyrsti danin smittaður við Corona

Júst í Italia eru nógvir trupulleikar av Covid-19, og har er Ramlyng vorðin smittaður. Nú er familjan avbyrgd í heiminum. Hóast nøkur sjúkueyðkenni hava hini í familjuni ikki fingið staðfest sjúkuna.

Jakob Tage Ramlyng starvast hjá TV2 og varð til arbeiðis týsdagin og mikudagin. Harvið er møguleiki fyri, at hann hevur smittað fleiri, og nú eru 16 starvsfólk hjá TV2 send heim í karantenu. Hetta talið kann vaksa, tí í løtuni er "Styrelsen for Patientsikkerhed" á Teglholmen i Københavns Sydhavn, har Ramlyng arbeiðir, og tosar við starvsfólk, sum hava verið í samband við tann smittaða. Hetta skrivar júst TV2

Starvsfólkini skulu verða heima í tvær vikur í einari roynd at steðga einari møguligari spjaðing  av sjúkuni. Mikkel Hertz, ið er tíðindastjóri hjá TV2 sigur, at eingin vandi er fyri at nærkast og tosa við fólk frá TV2. 

Nú covid-19 er komið til Danmarkar fær Sundhedsstyrelsen so nógvar uppringinar, at tað ikki ber til at fylgja við. RUC hevur sent ein kunnandi teldupost út til starvsfólk og lesandi í samband við, at tann smittaði varð kannaður og viðgjørdur á sjúkrahúsinum hjá universitetinum. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder