Innanlands

150 búeindir afturat á Hamrinum

Avtala gjørd um 130.000 fermetrar av byggilendi við Glyvursvegin

Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson oman fyri Argjahamar, har stykkjað verður út fyri nýggjum búeindum

Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson oman fyri Argjahamar, har stykkjað verður út fyri nýggjum búeindum

2021-06-21 18:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farið verður nú undir at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar fram við Glyvursvegin, sum er vegurin út móti Glyvursnesi.

Í farnu viku varð avtala undirskrivað millum festaran Poul Müller øðrumegin og Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Trónd Sigurðsson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini. Avtalan inniber, at Glyvursvegur verður fluttur nakað.

Kommunan hevur eisini fingið tilsøgn frá Búnaðarstovuni um keyp av lendi, sum er umleið 130.000 fermetrar til støddar. Sjálvt keypið kemur fyri á býráðsfundi mikukvøldið.

Talan verður um tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum. Ein heildarætlan verður nú gjørd og í summar verður økið boðið út, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur niðan frá gørðunum oman fyri ovastu húsini á Argjahamri. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðan fyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder