Mentan

1500 næmingar á ítróttardegi á Glasi

Evni fyri dagin var landalæra, og hvør flokkur fekk eitt land sum sítt eyðkenni. Nógv var gjørt burturúr at umboða londini

(Mynd: Glasir.fo)

(Mynd: Glasir.fo)

2022-09-02 16:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein sonn yvirflóð av lívið, samstarvi, kapping, látri og gleði skolaði yvir skúlan, tá árligi ítróttadagurin var á Glasi í dag, fríggjadagin 2. september 2022. Á hesum stóra felagsdegi vóru 1.500 næmingar, lesandi og lærlingar úr 54 flokkum við í eini ørgrynnu av ítrottarligum ítrivum, sum fevndu breiðari enn tær mest vanliga ítrottargreinarnar. 

Dagurin eydnaðist sera væl, serliga takkað verið ítrottalærarunun, sum høvdu skipað dagin sera væl, siga tey á Glasi.

Evni fyri dagin var landalæra. Hvør flokkur fekk eitt land sum sítt eyðkenni, og tey gjørdu nógv burturúr at umboða londini, við bæði herrópum, klædnabúnum, litum og mati. Ein av síðstu uppgávunum var at borðreiða og prýða eitt borð við tjóðarrættunum og tjóðareyðkennum fyri londini.

Flokkarnir fingu stig fyri hvørja uppgávu ella ítriv. Hesi stigini vórðu so tald saman, tá dagurin var liðugur. Spenningur var um fremstu plaseringarnar – og serliga um fyrsta pláss. Eftir fyrstu samanteljing stóð flokkurin 21m ovast á sigurspallinum. Tó mátti fínteljing til. Tá hon var liðug otaðu næmingarnir í 21u seg framum og ognaðu sær 1. plássið á ítróttadegnum 2022. T1 (Timbur 1) stríddu seg til eitt heiðurligt 3. pláss aftanfyri 21m.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder