![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
– Tjóðveldi stillar eitt sterkt og fjølbroytt lið av eldsálum upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Fólk við ymsari bakgrund, ymsum royndum og ymsum hjartamálum fyri alt tað ymiska fólkið í býnum, bygdunum og býlingunum í kommununi.
– Øll hava tey tað í felag: Tey eru fólk við visjónum og stórum hjarta, ið brenna fyri at gera mun og hava gjørt tað í øllum, tey fáast við. Tey vilja gera býráðsvalið til eitt val um ítøkilig mál fyri at betra trivnaðin, gerandisdagin og møguleikarnar hjá øllum fólkinum í kommununi. Og um at styrkja felagsskapin og ávirkanina hjá fólki á politisku avgerðirnar. Ikki eitt val um einstaklingar, vald og prestisju.
Soleiðis skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi, nú valevnini hjá flokkinum, sum stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu, eru kunngjørd.
Tey 16, ið stilla upp á lista E í høvuðsstaðnum eru:
- Elsa Berg, taraalari, Havn.
- Bergdís Ester Gísladóttir, KT-mennari, Hoyvík.
- Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir.
- Jóhan Carl Dam, maskinførari, Tórshavn.
- John Dalsgarð, samskipari í Yrkisdeplinum og sjálvstøðugur vinnurekandi, velbastaðmaður í Havn.
- Ronnie Thomassen, deildarleiðari, Argir.
- Katrin Jakobæus, barnafysioterapeutur, Tórshavn.
- Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, Hoyvík.
- Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fulltrúi í Uttanríkistænastuni, Argir.
- Jóannes Guttesen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Hoyvík.
- Benjamin Thomassen, alari, Argir/Kollafjørður.
- Turið Horn, býráðslimur og dagstovnaleiðari, Tórshavn.
- Jákup Dam, býráðslimur og skúlalærari, Kollafjørður.
- Anja Hartmann Wardum, leiðari á Kunningarstovuni Visit Nólsoy, Nólsoy.
- Snorri Patursson, undirvísari á Mat- og Moldmentanarháskúlanum og sjálvstøðugur vinnurekandi, Tórshavn.
- Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, Tórshavn.
Sambært Tjóðveldi eru nøkur av teimum málunum, sum hesi valevni hava til felags:
Bíligir bústaðir, sosialt rættvísi, tann grøna kommunan, fjølbroyttir vinnumøguleikar, mentan og list, at styrkja alt tað pedogiska og dagsstovnaøkið, trivnaður á eldraøkinum og í røktini, ítróttur og frítíðartilboð, fólk við serligum tørvi og atkomumøguleikar, trygg ferðsla, integrasjón, arbeiðsumhvørvi og at betra um trivnaðarmøguleikarnar í bygdunum og býlingunum í kommununi.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald