2018-09-04 09:16
Í farna mánaði søkti Tjóðsavnið eftir savnslærara, ið m.a. skal taka ímóti bólkum av vitjandi, framleiða undirvísingartilfar og menna framsýningar Tjóðsavnsins.
Nú sigur stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, at 16 umsóknir komu inn til starvið, og fleiri skikkaðir umsøkjarir eru.
Setanarnevndin er sett, og hon fer nú at taka støðu til, hvørjir umsøkjarar skulu koma til samrøðu, sigur Kringvarpið.
Starvið verður sett um tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald