Innanlands

160 framstandandi føroyingar skrásettir í kinesiskari databasu

Listin er ætlaður kinesiskum áhugamálum, ið vilja ávirka í Føroyum og Grønlandi

Fróði Magnussen

Fróði Magnussen

2020-09-18 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

160 føroyingar og yvir 60 grønlendingar eru skrásettir í dátubasuni Overseas Key Information Database, ið savnar inn upplýsingar fyri kinesisku fyritøkuna Zanhua.

Hetta skrivar danska blaðið Jyllands-Posten í dag. Talan er um føroyingar og grønlendingar við politiskari ávirkan, og serliga fólk við tilknýti til floghavnir og kt-vinnuna. Eisini familjulimir hjá hesum eru nevnd í databasuni.

Millum nøvnini eru Fróði Magnussen, stjóri á Formula og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður umframt grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen og nevndarlimir í Air Greenland, skrivar Jyllands-Posten.

Peter Viggo Jakobsen, lektari á Forsvarsakademiet, sigur við Jyllands-Posten, et henda kortleggingin av politikarum, vinnulívsfólki og familju teirra er at vita hvønn tosast skal við fyri at fáa ávirkan.

Men hann vísir eisini á, at ein trupulleiki er við hesum, tí floghavnir og kt-fyritøkur verða mett sum ‘kritiskur infrastrukturur’.

Serfrøðingar, sum danska blaðið hevur tosað við, eru sannførdir um, at hesin listin er deildur við kinesisku stjórnina.

- Arktis er frammarlaga á kinesisku dagsskránni. Valdsstøðurnar eru við at skipast rundan um Arktis og nú sigur Kina, at tey eisini vilja vera við, sigur André Ken Jakobsen á Center for War Studies á Syddansk Universitet.

Tað er fyrr komið fram, at kinesiska fyritøkan Zhenhua hevur savnað vitan um yvir 700 framstandandi danir eisini.

- Trúði ikki, at eg var áhugaverdur
Fróði Magnussen, stjóri á Formula er á listanum skrásettur við navni og mynd, og verður sagdur at vera “politisk eksponeret”.

Sjálvur sigur Fróði Magnussen:

- Vit hava havt Huawei sum veitara av telduútgerð og ambætarum. Men eg eri ikki naka serliga almennur persónur, og eg trúði ikki, at eg var áhugaverdur, sigur Fróði við Jyllands-Posten.

Hann viðgongur kortini, at hann kann hava ein týðandi leiklut, um onkur er, ið vil hava ávirkan á føroyska samfelagið.

- Vit veita kt-loysnir og undirstøðukervi innan kt. Um onkur roynir at broyta føroyska samfelagið, so er tað jú fólk, sum hava førleikar innan kjarnu undirstøðukervi, ein vil raka. Eg havi ikki sjálvur virknar kt-førleikar, men eg eri stjóri fyri eina fyritøku, ið hevur, sigur hann.

Í føroysku databasuni eru fleiri aðrir persónar innan føroysku kt- og televinnuna nevndir, skrivar Jyllands-Posten, tó uttan at nevna nøvnini. 

Kringvarpið veit at siga, at á listanum eru nøvn á politikarum og vinnulívsfólki, men flest teirra eru familjulimir hjá hesum fólkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder