Kringvarpið skrivar í morgun, at ein 17 ára gamal tannáringur varð tikin í tolleftirliti, tá Norrøna kom á Havnina mánamorgunin. Tað vísti seg, at hann hevði rúsevni á sær.
Í summar boðaði løgreglan frá, at MDMA var í umfar á G!Festivalinum, og ein ungur maður varð innlagdur, tí hann hevði tikið ov nógv av ectasy-líknandi tablettunum.
Les eisini:
Vandamikið rúsevni í umferð á G
Ein innlagdur orsaka av MDMA
MDMA er syntetiskt - eitt eftirgjørt rúsevni ið kann vera sera vandamikið.
Í viðmerking við útvarpið sigur Heri Andreassen, at 17 ára gamli maðurin er avhoyrdur og latin leysur aftur. Hann kann verða skuldsettur sum ein myndigur.
Málið er nú latið ákæruvaldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald