Innanlands

Bygdarráðið í Vestmanna samtykt tænastugjald fyri tóm býli

Farið verður nú undir at eyðmerkja tey býli, sum tænastugjald kann takast inn frá. Støða er enn ikki tikin til, hvussu stórt tænastugjaldið verður.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-28 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á bygdaráðsfundi mikudagin samtykti Vestmanna bygdaráð at taka tænastugjald fyri tóm býli í Vestmanna.

Farið verður nú undir at eyðmerkja tey býli, sum tænastugjald kann takast inn frá. Tað eru býlir (sethús, neyst við íbúð v.m), har eingin er skrásettur at búgva fast, skrivar Vestmanna kommuna.

Støða er tó enn ikki tikin til upphæddina á tænastugjaldinum, sum Vestmanna kommuna fer at taka.

Fleiri kommunur taka eitt tænastugjald, og alsamt fleiri kommunur leggjast afturat.

Sambært lógini um tænastugjøld frá 2. mai 2025, kann tænastugjald takast fyri útreiðslur, sum kommunan hevur í sambandi við vatnveiting, burturveiting av kloakkvatni, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving.

Tað er Fíggjarmálaráðið, sum árliga ásetur hámarkið fyri tænastugjaldið. Hámarkið í 2027 er 8.426 krónur um árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder