2026-11-28 11:01
Seinasta náttin hevur sum heild verið friðarlig, sigur løgreglan. Tó var eitt harðskapsmál í gjárkvøldið stutt fyri midnátt.
Tað var á einum skeinkistaði í Havn, at ein persónur varð stútaður í høvdið av einum øðrum.
Løgreglan fekk beinanvegin fatur á viðkomandi, sum framdi harðskapin, og hann er nú skuldsettur.
Um órættaði fekk skaða, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn ikki at siga, men sum vanlig mannagongd er, fór hann á skaðastovuna til nærri kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald