Hjartans tøkk til øll sjálvboðin, ið hava gingið við bússu til Landsinnsavningina, og ikki minst takk til øll, ið hava stuðlað og sostatt verið við til at savna 1,7 milliónur krónur inn til árligu landsinnsavningina hjá Reyða Krossi.
Takka verið góðu innsavningina senda vit beinanvegin 750.000 kr. til at hjálpa neyðstøddum, sum beint nú eru ávirkað av ræðuligu vanlukkunum í Libya og Marokko.
500.000 kr. verða sendar til hjálpararbeiði í Libya eftir at ein oyðileggjandi vatnflóð hevur skolað heil grannaløg á sjógv, oyðilagt infrastruktur og elvt til, at fleiri túsund hava latið lív. Tey, ið eru komin undan við lívinum, hava átrokandi tørv á neyðhjálp so sum vatni, mati, skjóli og sálarligum stuðli.
250.000 kr. verða sendar til hjálpararbeiði eftir ógvusliga jarðskjálvtan í Marokko. Fleiri av harðast raktu økjunum eru smáar bygdir høgt í Atlasfjøllunum, har nógv hava mist alt. Reyði Krossur á staðnum fór í gongd við bjargingararbeiði beinanvegin, og við hjálp frá øðrum Reyða Kross feløgum verður áhaldandi arbeitt við at veita neyðhjálp, so sum mat og innivist.
Peningurin frá landsinnsavningini verður eisini nýttur til hjálpararbeiði í Føroyum, eitt nú til:
Mat- og Klædnahjálpina, til tey, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman,
Vitjanartænastuna, ið er við til at basa einsemi,
Samarittarnar, ið økja um tryggleikan til tiltøk kring landið,
Integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fella til í Føroyum
Vart tú ein av teimum, sum gingu við bússu, og ert tú forvitin eftir at vita, hvussu nógv kom í? Á redcross.fo sæst eitt yvirlit við úrslitunum frá øllum bússunum. Øll, ið gingu við bússu, vóru eisini við í lutakastinum um tvey gávubrøv frá Atlantic Airways – hepnu vinnararnir fáa beinleiðis boð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald