![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fram til og við august mánaða í ár hava knapt 130.000 fólk ferðast til og úr floghavnini í Vágum, vísa nýggjastu hagtølini, sum Vága Floghavn júst hevur kunngjørt.
Í mun til í fjør er talan um eina afturgongd á 57 prosent. Átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør høvdu yvir 300.000 fólk ferðast um flogvøllin. Tað ferðaðust næstan 172.000 fleiri fólk til ella úr Føroyum í fjør, enna tað gjørdu í ár.
25.152 ferðafólk vóru á flogi til ella úr Vágum í august mánaði. Hetta er nakað færri enn í juli, tá onnur koronabylgja ikki hevði rakt Føroyar, men tó nakað meiri enn hinir mánaðirnir higartil í ár. Men í mun til august í fjør er talan um undir helmingin.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald