Mentan

175 menn á legu í Nesvík

Árliga manslegan byrjaði fríggjakvøldið og heldur fram til sunnudagin

(Mynd: Trúboðin)

(Mynd: Trúboðin)

2025-09-13 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í gjár savnaðust umleið 175 mannfólk, yngri og eldri, í leguhúsinum í Nesvík, har árliga manslegan er á skránni.

Høvuðusyvirskriftin fyri leguna er “Ræðuskítur og reystmenni”, har Bergur Debes Joensen, prestur, fer at tosa um Pætur ápostul. 

Í kvøld, leygarkvøld, er stóra festkvøldið. Tá verður borðreitt við góðum mati og góðum undirhaldi. Skráin er fjølbroytt og áhugaverd fyri vikuskifti: Bíbliutímar, sangur og tónleikur, góður matur, hagatúrur, undirhald, kórvenjing, heitir pottar og mangt annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder