Ein 18 ára gomul kvinna er undir illgruna fyri at standa aftanfyri ógvusliga skottilburðin í British Columbia í Kanada týsdagin, upplýsir løgreglan í Kanada.
Løgreglan veit enn ikki hví ógerningurin varð framdur, skriva kanadiskir miðlar.
- Vit halda, at kvinnan var einsamøll, segði Dwayne McDonald, varaovasti hjá løgregluni á einum tíðindafundi í gjár. Hann segði eisini, at løgreglan ikki hevur nóg nógvar upplýsingar til at siga, hví kvinnan fór inn á ein skúla í býnum Tumbler Ridge og fór at skjóta frá hond.
Nýggju fólk lótu lív í tilburðinum. Teirra millum var eisini 18 ára gamla kvinnan sjálv, mamma hennara, ein stjúkbróður, ein lærarinna og fimm næmingar.
Sambært løgregluni verður hildið, at familjulimirnir vórðu skotnir í heiminum. Síðan fór kvinnan til Tumbler Ridge Secondary School og fór at skjóta har.
Løgreglan hevur verið heima á bústaðnum fleiri ferðir hesi seinastu árini í sambandi við, at ørkymlan var um mentalu heilsuna við tilknýti til kvinnuna undir illgruna, upplýsti løgregluovastin.
Dwayne McDonald upplýsti eisini at kvinnan, sum er undir illgruna, varð fødd sum drongur, men byrjaði at eyðmerkja seg sum kvinna fyri seks árum síðani, og at hon fyrr hevur gingið á skúlanum, men gavst fyri fýra árum síðani.
Tveir persónar, ið vórðu raktir undir skottilburðinum, liggja framvegis á sjúkrahúsi, álvarsliga særdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald