Í dag eru 18 mál umframt framløga á skránni í tinginum.
Talan er um fimm triðju viðgerðir, níggju aðru viðgerðir, og fýra fyrstu viðgerðir.
Millum málini, sum skulu til triðju viðgerð er umstrídda fosturtøkulógaruppskotið, sum varð lagt fram av Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didrikasen Strøm, Karlot Hergeirsson, og Eyðdis Hartmann Niclasen. Málið varð samtykt eftir drúgt orðaskifti týskvøldið við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.
Eitt annað mál, sum skal til triðju viðgerð er eitt uppskot til løgtingslóg um sterilisatión og katratión, sum Bjarni Kárason Petersen, táverandi landsstýrismaður í lógarmálum legði fram í september.
Málið, sum m.a. snýr seg um at loyva øllum yvir 25 ár, sum búgva í Føroyum, at verða steriliserað uttan loyvi, varð samtykt við aðru viðgerð týsdagin við 17 atkvøðum fyri, 13 ímóti, og tveimum blonkum atkvøðum.
Mál, sum skulu til aðru viðgerð, snúgva seg m.a. um at hækka ríkisveitingina, hækking av barnafrádráttinum, og broyting í avskriving av leiguíbúðum.
Millum málini, sum skulu til fyrstu viðgerð í dag, er eitt uppskot hjá formansskapinum í løgtinginum um at játta 34,2 milliónir krónur til umvæling av løgtingsbygninginum, og eitt uppskot hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum um at umvæla H-bygningin á Landssjúkrahúsinum fyri 33,8 milliónir krónur.
Dagsins tingfundur byrjar klokkan 11. Til ber at fylgja við her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald