2023-06-12 08:20
189 krígsfangar afturat eru leyslatnir í fangabýti millum Ukraina og Russland. Tað váttaðu bæði londini sunnudagin.
Talan er um 95 ukrainsk og 94 russisk herfólk.
Forsetaskrivstovan í Ukraina upplýsir, sambært Ritzau, at summi av herfólkunum, sum nú eru komin heim, eru særd. Millum leyslatnu herfólkini eru fólk, sum hava luttikið í stríðnum í Mariupol, við Tjernobyl, og Bakhmut.
Undir krígnum í Ukraina hava Russland og Ukraina fleiri ferðir býtt um krígsfangar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald