Innanlands

19 ára gamal níggju mánaðar fongsulsrevsing

Hann fekk dóm fyri kynsliga misnýtslu og blúnisbrot

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-14 16:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 19 ára gamal maður varð hósdagin dømdur í Føroya rætti fyri at gera seg kynsliga inn á tvær gentur, tá tær vóru 12 ára gamlar, umframt at hava sent nakinmyndir av sær til genturnar - hetta uttan samtykki.

Tað skrivar FM1 á heimasíðuni.

Maðurin var 15 og 17 ár, tá hendingarnar fóru fram.

Dómurin er níggju mánaðar fongsulsrevsing, og tríggir av teimum eru treytaðir. Umframt tað, skal maðurin gera samfelagstænastu í 80 tímar.

Maðurin kann skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder