Innanlands

19 politifólk kláraðu ikki at halda sær

Málið um tá Jørgen Niclasen varð tikin av løgregluni í Vági við høgari promillu, var væl umtókt millum løgreglufólk áðrenn tað lak út til miðil

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-01 14:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum fólk sum arbeiða hjá løgregluni, var stórur áhugi fyri málinum tá Jørgen Niclasen var tikin av løgregluni í Vági við høgari promillu 10. februar 2022.

Dimmalætting sum er komið út um vikuskiftið skrivar, at heili 19 politifólk ikki kláraðu at halda sær og hugdu inn á málið dagarnar aftaná, tað varð skrásett í telduskipanini. Hetta, hóast tey einki høvdu við tað at gera.

Neyvar upplýsingar í málinum vórðu liknar til in.fo, sum í greinini tann 16. februar 2022, og tað fekk føroysku løgregluna at stovna eitt sonevnt mál hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed.

Tað hendir tó ikki meira. Kanningarbeiðið staðfesti, at Miðlahúsið fekk upplýsingarnar frá keldu, sum ikki er politistur. Eisini varð komið fram til, at telduskipanin ikki neyvt kann staðfesta, um sneytað hevur verið í ógvusligan mun ella ikki og at einki bendir á, at tey 19 ørindaleysu hava gjørt nakað annað revsivert eftir at hava sneytað í málinum.

Meira kann lesast í Dimmalætting hetta vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder