2025-10-01 12:22

Rúni Rasmussen var kommunustjóri í Klaksvík í trý og eitt hálvt ár. Síðst í februar gjørdu kommunan og Rúni av at enda samstarvið fyri tíð.
Síðani hevur trivnaðarstjórin seinastu mongu árini, John Færø, verið fyribils kommunustjóri.
Hetta verður hann eftir ætlan ikki leingi afturat.
19 umsóknir eru til starvið sum kommunustjóri í Klaksvík, sum varð lýst leyst fyrst í september.
Kringvarpið skrivar, at starvsbyrjan er 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu.
Ætlanin er at seta nýggja kommunustjóran í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald