Innanlands

19.718 húski í Føroyum

Í góðum fjórða hvørjum húski býr eitt fólk

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2025-08-19 21:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsta juli vóru 19.718 húski í Føroyum. Tað er 111 fleiri enn við ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 448 fólkum.

Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Í góðum fjórða hvørjum húski - 27 prosent - býr eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur. Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er bólkurin tvey vaksin uttan børn. Fyrsta juli vóru tey 4.882 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini við einum vøkstri á 33 prosentum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder