Innanlands

20 nummarplátur tiknar í gjár

Listin við akførum, sum standa til at missa nummarpláturnar er framvegis langur, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-05 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan aftur úti og klipti nummarplátur av bilum, sum ikki hava goldið vegskatt ella trygging fyri seinna hálvár í ár.

Nummarplátur vórðu kliptar kring landið, og tilsamans vórðu nummarplátur tiknar av uml. 20 bilum.

Tað var 19. oktober, at Akstovan lat løgregluni 641 mál um vegskattaeftirstøður, og listin við akførum, sum standa til at missa nummarpláturnar, er framvegis langur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í gjár var løgreglan eisini úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari norðanfyri tikin fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder