![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Talið av smittaðum í Avstralia er fyrst í hesari vikuni farið uppum 2.000, og í New South Wales er talið nú omanfyri 1.000. Seinnapartin lokala tíð í dag varð kunngjørt, at 287 tilburðir eru staðfestir í landinum seinasta samdøgrið.
200 av teimum vóru í Sydney. Størsti býurin í landinum og høvuðsstaðurin í New South Wales er helst raktur so hart beint nú, tí at eitt ferðamannaskip við sjúkum fólkum umborð legði at, og øll ferðafólkini sluppu í land uttan nærri kanningar. Hetta skrivar avstralski miðilin 7News.
Umborð á Ruby Princess vóru minst 13 persóner, ið vóru sjúkir ella illa fyri, og teir vórðu kannaðir fyri koronavirus umborð. Hini áleið 2700 ferðafólkini sluppu í land uttan at verða kannaði fyri febur ella nakað. Seinni er staðfest, at 130 av ferðafólkunum hava koronavirus.
Tey sum skuldu verða verandi í Avstralia fingu boð um at fara í sóttarhald, men tey hava helst flutt seg millum stórar mannamúgvur og í almennum trafikki.
Avstralia setti í seinastu viku nýggj tiltøk í verk móti koronavirusinum.
Les eisini: Avstralia letur landamørkini aftur - tiltøkini skulu galda í upp til hálvt ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald