2025-09-15 08:21

Seinastu tíðina hevur løgreglan verið úti og tikið nummarplátur hjá bilførarum, sum m.a. ikki hava goldið vegskatt, og tað hendi aftur í nátt.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at 22 bilar mistu nummarpláturnar í nátt.
Talan var um 17 bilar í miðstaðarøkinum og fimm bilar í norðurøkinum.
Annars hevur seinasta samdøgrið sum heild verið rættiliga friðarligt, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald