![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í nýggjastu dagføringini frá myndugleikunum um koronatøl, er talið av fólki í sóttarhaldi vaksið munandi. 94 fólk vóru í sóttarhaldi, men nú tølini eru dagførd, eru 223 fólk sum standa at vera í sóttarhaldi.
Hetta er tó tað einasta, sum er broytt í nýggjastu dagføringini. Tríggir nýggir tilburðir vóru staðfestir í gjár meðan tvey gjørdust frísk. Tað merkir at 35 fólk eru staðfest positiv í løtuni.
Tað eru tó fleiri enn hesi 223 fólkini, sum eru í sóttarhaldi. Á Glasi eru eini 2000 fólk í sóttarhaldi, meðan tað á øðrum stovnum eisini eru fólk, sum eru send í sóttarhald til betri tamarhald er á covid-19 í hesum umfarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald