Innanlands

23 ára gamal maður nú ákærdur fyri dráp í Hvannasundi

Ákæra verður nú reist móti manninum, sum varð handtikin í juni fyri drápið á eina 16 ára gamlu gentu í 2012

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-06 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 23 ára gamal maður er nú ákærdur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi í 2012.

Hon varð funnin deyð við byrgingina í Hvannasundi tann 21. november 2012, og nú, sjey ár seinni, er ákæra reist móti 23 ára gamla manninum fyri dráp. Tað veit útvarpið í morgun.

Maðurin varð handtikin 19. juni, og dagin eftir varð hann framsettur í grundlógaravhoyring.

Rætturin gjørdi tá av, at grundaður mistanki var fyri, at 23 ára gamli maðurin var sekur. Men rætturin gjørdi eisini av ikki at varðhaldsfongsla hann, tí at rætturin ikki metti, at hann kundi ávirka kanningararbeiðið.

Málið skal rættarviðgerast við nevningartingi seinni í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder