Innanlands

23 ára gamal maður skuldsettur fyri dráp

Skuldsetti noktar seg sekan fyri drápið av Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi

Mynd frá 2013 tá líkið av gentuni varð grivið uppaftur (Mynd: Kvf.fo)

Mynd frá 2013 tá líkið av gentuni varð grivið uppaftur (Mynd: Kvf.fo)

2018-09-25 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Politiið í Føroyum hevur tikið kanningararbeiðið uppaftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi, sum varð funnin deyð á sjónum í november 2012.

Kanningarnar í málinum viðførdu, at ein 23 ára gamal maður 11. juli 2018 varð skuldsettur fyri dráp. Skuldsetti varð avhoyrdur og noktaði seg sekan.

Skuldsetti noktar at úttala seg til politiið.

15. august 2018 varð í tíðindaskrivið heitt á fólk, sum hildu seg vita okkurt um málið, um at venda sær til politiið.

Hetta førdi við sær, at politiið fekk nýggjar upplýsingar í málinum. Politiið arbeiðir miðvíst við at avhoyra hesi fólk.

Tøkniliga menningin hevur eisini ført nýggjar kanningarmøguleikar við sær.

Enn er sera umráðandi at fólk, íð halda seg vita nakað um málið, venda sær til politiið.

Við atlitið til kanningararbeiðið, hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Les eisini: Maria druknaði fyri seks árum síðani: Hetta var tað, sum hendi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder