Innanlands

23 námsfrøðingar hava fingið prógv

Tríati ár eru liðin, síðani teir fyrstu námsfrøðingarnir fingu føroysk prógv

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2020-07-07 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin var prógvhandan fyri námsfrøðingum á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Erla Olsen, dekanur, bjóðaði vælkomin, og Annika Antoniussen, sum er útbúgvingarleiðari, helt røðu. Felagssagur var, og so helt Finn Johannesen, umboð fyri námsfrøðingalesandi, røðu. Tónleikainnsløg vóru eisini við Haraldi Fonsdal Johannesen (læraralesandi) og Ester Kristiansen (námsfrøðingalesandi), sum bæði eru lesandi á øðrum ári á deildini.

Hetta skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu sínari, har tað eisini ber til at síggja fleiri myndir. 

Talan var eisini um ein sermerktan dag, tí í ár eru 30 ár liðin, síðani fyrstu føroyskt útbúnu námsfrøðingarnir fingu prógv.

Tilsamans hava 23 námsfrøðingar fingið prógv í ár. Tey eru: Anita Vitalis Poulsen, Anna á Hædd Stampe, Anna Maria Kass Henriksen, Anne Melchior Hansen, Barbara S. Reynagarð, Birita Kjærbo Mortensen, Elin Jákupsdóttir Petersen, Elinborg Reynheim, Eyðfríð Ísaksdóttir Simonsen, Finn Johannesen, Gerda Olesen, Hallur Thomsen, Helen Vilhelm Lindenskov, Helena Heðinsdóttir Jørgensen, Herborg á Mýrini, Jana Kristina Rasmussen, Ken Lindenskov Olsen, Kristian Erling Vígdá Højgaard, Linda Krossá Joensen, Rannvá Blástein, Sára Jónsdóttir Carlsson, Tóra Kristin Bjørk Tungá og Tóra Zachariasen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder