Innanlands

2.388 milliónir krónur vórðu goldnar í løn í 2. ársfjórðingi

Trendurin gongur uppeftir, og lønarmunurin millum kynini økist

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2018-07-09 09:42 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í 2. ársfjórðingi vórðu 2.388 milliónir krónur goldnar í løn, boðar Hagstovan frá.

Á talvunum hjá Hagstovu Føroya sæst, at lønarútgjaldingarnar eru støðugt økt síðani 2009. Munurin á lønargjaldingunum millum kynini økist. Lønarútgjaldingarnar til menn eru nú 568 milliónir krónur meiri enn til kvinnur.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.

Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder