![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyri nøkrum vikum síðani søkti Uttanríkis- og mentamálaráðið eftir sendifólki til eina føroysku sendistovu í Ísrael, og tá freistin at søkja var úti í gjár, vóru 24 umsóknir komnar inn.
Sambært Kringvarpinum hava 20 menn og fýra kvinnur søkt um at gerast sendifólk í Ísrael.
Uppgávurnar hjá sendifólkinum verða m.a.:
– At umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál. Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv, stendur í starvslýsingini.
Farið verður nú undir at viðgerða umsóknirnar, og væntað verður, at starvið verður sett umleið 1. november.
Føroyska sendistovan í Ísrael verður í Tel Aviv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald