Í Vági búgva 1.379 fólk, og í millum hesi eru fólk við nógvum ymiskum tjóðskapum. Í alt eru 24 tjóðskapir umboðaðir í Vági. Hetta vísa tøl, sum eru dagførd 20. september.
Í samband við, at Fjølmentanarvirka er í døgunum 20. til 27. oktobur, shevur kommunan talt, hvussu nógvir ymiskir tjóðskapir eru umboðari í Vági. Uppgerðin vísir, at fólk frá 23 ymiskum londum eru búsitandi í Vági, umframt føroyingar.
Umboðandi tjóðirnar spenna seg víða. Í Vági búgva fólk frá fjarskotnum londum, sum Filipsoyggjum, Tailandi, Argentina og Gana, men eisini koma fólk frá londum heldur tættari uppat Føroyum, so sum Íslandi og Danmark. Harumframt eru fleiri børn ættleidd til familjur í Vági og hesi telja við í talinum av ymisku tjóðskapunum, sjálvt um okur síggja hesi sum føroyingar.
Flest av hesum fólkum liva og virka í millum øll hini, sum eru fødd og uppvaksin í Vági. Tey eru ein virkin partur av lokalsamfelagnum og gera brúk av teimum møguleikum, sum kommunan bjóðar tilflytarum.
- Tað er gleðiligt, at okur í Vágs Kommunu hava so nógvir ymiskir tjóskapir, og tað eru fleiri sum hava tikið av tilboðnum, at læra føroyskt. Í summar vóru tað nøkur sum fingu prógv í “Føroyskt sum annað mál” sum kvøldskúlin stendur fyri, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Í samband við Fjølmentanarvikuna, so verður skipa fyri trimum tiltøkum í Miðlatúni. Fyrsta tiltakið byrjar tann 20. oktobur og er alla Fjølmentanarvikuna. Hetta tiltakið nevnist Kennir tú fløggini? Alla vikuna ber til at síggja øll fløggini hjá tjóðskapunum, sum eru umboðaðir í Vági. Og um ein hevur hug (hetta kann verða ein sjálvur ella børnini), so ber til at gita nøvnini á londunum, sum fløggini umboða, og er ein raskur at gita rætt, so fær viðkomandi okkurt gott til góman. Tiltakið er opið í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni.
Næsta tiltakið verður 25. oktobur, tá letur listaframsýning upp í samband við listaverkætlanina Community Art, ið trý hálendsk listafólk hava staði fyri. Listaframsýningin vísir listina frá verkstovunum, ið næmingar frá 2. flokki og 7. flokki í Vágs skúla og næmingar frá Ítróttaháskúlanum hava luttikið á. Eisini sæst listin, ið er gjørd í verkstovum í FabLab í samband við Community Art. Sum nakað heilt serligt, so verður eisini ein stuttfilmur um Vág vístur. Hesin filmurin vísir brellbitar úr fjøtáttaða gerandisdegnum í Vági. Framsýningin letur upp klokkan 17.00 og opin til 20.00.
Síðsta tiltakið í Fjølmentanarvikuni verður fríggjadagin 27. oktobur, har møguleiki er at skera græskar í Miðlatúni. Miðlatún bjóðar drekkamun til tey vaksnu og okkurt gott til børni. Møguleiki er at fáa ymisk mynstir og motivur í Miðlatúni. Tey sum koma til tiltakið, mugu hava græskar og knív við. Tiltakið er opið frá klokkan 13.00 til 16.00.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald