Innanlands

2.400 tons av vatni skal pumpast upp um samdøgrið

KJ í Kambsdali hevur veitt pumpuskipanina í Sandoyartunnlinum

2023-12-20 18:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin verður samferðslusøga enn einaferð skrivað í Føroyum, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, og sandoyingar loksins verða knýttir at vegakervinum í meginøkinum.

KJ hevur veitt pumpuskipanina til Sandoyartunnilin, sum skal tryggja, at vatnið, sum lekur inn í tunnilin, verður fingið útaftur. Sjálvt um nógv er gjørt fyri at so lítið sum gjørligt lekur inn, renna umleið 2.400 tons av vatni inn um samdøgrið. Tilsamans 15 turrpumpur og seks dykkpumpur eru monteraðar í fimm pumpurúmum. Hesar tryggja, við stórum trygdarfaktori, at tað ikki kann koma fyri, at tunnilin fyllist við vatni.

[object Object]

Skipanin er ein sokallað trinpumping, sum merkir, at møguleiki er at velja um vatnið skal pumpast úr botninum og niðan til Sandoynna ella ímóti Gomlurætt, og at vatnið verður samlað so ovarlaga í tunnlium sum tilber fyri at spara orku.

KJ hevur somuleiðis veitt pumpuskipanir til Norðoyatunnillin og Eysturoyartunnilin.

Ólavur Asafsson Olsen, stjóri hjá KJ, sigur, at felagið hevur hollar royndir og kunnleika til pumpuskipanir í undirsjóvartunlum.

- Vit hava veitt pumpuskipanir til nógvar ymiskar verkætlanir í Føroyum, og tað er til at frøast um, at vit kunnu vera við sum veitari til slíkar stórar verkætlanir, sigur Ólavur.

Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar langur, og lægsta punktið í tunnlinum er 155 metrar undir vatnskorpuni. Arbeiðið við pumpuskipanunum og tunnlinum sum heild hevur gingið sera væl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder