![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú samgongan hevur gjørt greitt, at hon ætlar at einskilja Føroya Tele, ið er alment partafelag, er neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinninsbýtið úr felagnum hevur verið seinastu árini, áðrenn støða skal takast til málið.
Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
10. august setti hann tí landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fyrispurning um, hvussu stórt vinningsbýti landskassin hevði fingið frá Føroya Tele síðan 2010.
Í gjár kom svarið, at landskassin hevði fingið 247 mió. krónur í vinningsbýti í árunum 2010 – 2020.
Síðan 2013 hevur landskassin fingið millum 20 og 35 mió. krónur árliga. Í 2010 var upphæddin seks mió. krónur, og í fjør var hon 34 mió. krónur.
Alt svarið hjá Jørgen Niclasen sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald