Mentan

25 ár við smíli og góðari tænastu

Mathilda Johannessen hevur 25 ára starvsdag hjá el-in í Klaksvík í dag

Mathilda Johannessen og Hilmar Danielsen, stjóri (Mynd: El-in)

Mathilda Johannessen og Hilmar Danielsen, stjóri (Mynd: El-in)

2025-09-18 13:57 Author image
Nøvn
placeholder

Í dag hava tey hátíðarhald í el-in í Klaksvík. Mathilda Johannessen hevur í dag 25 ára starvsdag.

- Hon hevur verið ein ómissandi partur av okkara toymi í øll hesi ár – altíð blíð, kundavinalig og fakliga dugnalig. Við sínum góða eyga fyri detaljum og sínum jaliga lyndi hevur hon verið við til at skapa eina serliga uppliving fyri okkara kundar, hvørja ferð tey vitja handilin, sigur El-in.

Av El-in verður sagt, at fólk eru vælkomin framvið at heilsa uppá og hátíðarhalda hetta saman við teimum. Kaffi og kaka er at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder