
Týsdagin var hátíðarhald í Býlingshúsinum á Norðasta Horni í sambandi við, at Óli Midjord hevði 25 ára starvsdag sum leiðari.
Tað vóru starvsfelagarnir, sum tóku stig til at gera nakað burtur úr degnum – sjálvur visti Óli Midjord av ongum og varð tikin á bóli, skrivar Tórshavnar kommuna.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var eisini og heilsaði upp á Óla og segði millum annað:
– Býlingshúsið á Norðasta Horni varð stovnað fyri 37 árum síðan, og so kunnu vit skjótt rokna okkum fram til, at tú hevur verið leiðari her í tveir triðingar av tíðini, sum húsið hevur verið til.
– Tá eg bleiv boðin at koma og siga nøkur orð, fekk eg at vita, at tú ikki visti av nøkrum, og at tað endiliga ikki mátti koma út, at tað bleiv skipað fyri nøkrum.
– Bara tað, at tínir starvsfelagar vilja gera so nógv burtur úr og taka teg á bóli ein dag sum í dag, haldi eg sigur nógv um, at tú er avhildin sum leiðari, og tað vísir eisini, hvussu nógv tú hevur lagt í at skapa menning og trivnað í kommununi í nú 25 ár, segði Elsa Berg, sum takkaði Óla og ynskti honum til lukku við 25 ára starvsdegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald