2021-09-08 10:42

Í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í øllum trimum førum er smittukeldan kend, skrivar corona.fo.
Fyrradagin vórðu tveir nýggir tilburðir staðfestir, eisini frá kendari smittukeldu. Síðan í gjár er ein persónur eisini staðfestur frískur, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni 25.
820 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 151 fólk standa til at vera í sóttarhaldi í løtuni. Eingin er innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald