Innanlands

258 børn í trettan forskúlum

Hetta er eitt nakað hægri tal enn síðsta skúlaár, og tveir nýggir forskúlar eru - á Velbastað og Tvøroyri

Børnini í nýggja forskúlanum í Trongisvági, sum eitur Gluggin (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Børnini í nýggja forskúlanum í Trongisvági, sum eitur Gluggin (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-08-23 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Nýggjastu forskúlarnir eru á Velbastað og Tvøroyri. Forskúlin á Tvøroyri eitur Gluggin og er tann fyrsti í oynni. Á heimasíðuni hjá Tvøroyar kommunu kunnu vit lesa, at fyrsti skúladagurin, sum var í farnu viku, var hugnaligur.

- Næmingarnir vórðu væl móttiknir, tá teir komu inn í stovuna. Tær tríggjar, ið koma til at hava sína dagligu gongd í forskúlanum, Jouanita Schrøter Holm, Karin Kristina Eysturberg og Sheila Tjaldrastein Strøm, saman við skúlastjóranum í Tvøroyrar skúla, Jón Johannesen, tóku ímóti børnum og foreldrum og vístu teimum til plássini, ið tey koma til at hava, nú forskúlin veruliga fer at byrja.

Haraftrat kunnu vit lesa, at starvsfólkini undirstrikaðu, at hetta er ikki ein skúli, eins og vit kenna tað frá fólkaskúlanum. Jú, næmingarnir koma at læra um tøl og stavir, men hetta verður ígjøgnum spæl og hugna. 

Forskúlin er ætlaður sum bindiliðið til fyrsta flokk í fólkaskúlanum. Tá forskúlanæmingarnir koma í fyrsta flokk komandi ár, er vónin at teir hava lætt við at venja seg við tilveruna sum fólkaskúlanæmingar, tí ein stóran part av tí, ið teir her koma at hoyra um, hava teir longu hoyrt um í forskúlanum. Lærararnir í fólkaskúlanum kunnu tí vónandi hugsavna seg meiri um tað bókliga, heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir.

Forskúlarnir og næmingatølini fyri 2023/2024 eru hesir:

Lítliskúli 9 næmingar

Frískúlin Keldan 9 næmingar

Velbastaðar skúli 1 næmingur

Tvøroyar skúli 24 næmingar

Skúlin í Eysturkommu 29 næmingar

Skúlin á Fløtum 53 næmingar

Skúlin á Argjahamri 14 næmingar

Skála skúli 10 næmingar

Sankta Frans 47 næmingar

Runavíkar kommunu 48 næmingar

Nólsoyar skúli 2 næmingar

Kaldbaks skúli 5 næmingar

Eiðis skúli 7 næmingar

*tølini eru fyribils næmingatøl fyri skúlaárið 2023/24. Samanlagt eru 258 børn - í fjør var talið 242 børn.


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder