Innanlands

26 nýggj grundstykkir í Norðragøtu

Eysturkommuna hevur skrivað undir avtalu um útstykking í Norðragøtu

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-07-05 08:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eysturkommuna hevur í dag skrivað undir sáttmála við Kanjon um útstykking í Norðragøtu. Ætlanin er at fara í gongd við útstykkingina fyrst í september, og væntandi verður arbeiðið liðugt í juni 2020.

Nýggja útstykkingin fevnir um 26 nýggj grundstykkir innanfyri núverandi Eyðargøtu, sum er brekkan frá vegnum Við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðragøtu, skrivar Eysturkommuna.

Øki til útstykking er uml 20.000 m2 til støddar.

Les meira um verkætlanina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder