Innanlands

262 nýggj lesandi á Setrinum

207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í morgun

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

2025-08-18 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er stóri innleiðsludagurin á Fróðskaparsetri Føroya, og 262 nýggj lesandi fara nú undir sínar hægri útbúgvingar.

207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í morgun.

Sum siður er, vóru røður og livandi tónleikur á skránni, umframt ein rúgva av praktiskum upplýsingum og góðum ráðum, nú nýggi árgangurin skal sjósetast so trygt og væl sum gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder