Innanlands

26.500 løntakarar í juni

Talið av løntakarum veksur aftur eftir fallið í apríl

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-13 14:34 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Løntakaratalið veksur aftur eftir fallið í apríl. Størsta orsøkin er at privata tænastuvinnan nú fótar sær aftur.

Í júni vóru 26.500 løntakarar. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt kundi væntast at verið slakir 27.200 løntakara í juni, sambært framrokningum hjá Hagstovuni. Sostatt er talið av løntakarum 4,1 prosent lægri enn vænta. Tað merkir at tað framvegis er nakað upp til støðið undan koronu, hóast talið er hægri enn í apríl og mai.

Ymiskt er hvussu økini í landinum hava verið rakt. Sandoyar økið hevur verið minni rakt enn hini økini í landinum. Í flestu økinum er munurin á metingini fyri juni og talinum fyri juni millum trý og fimm prosent, meðan munurin í Sandoynni er 1,6 prosent.

Í Norðoya økinum vóru góðir 3.200 løntakarar í juni. Metingin var um 3.300, sum er ein munur á 3 prosent.

Í Eysturoyar økinum vóru góð 6.250 í løntakaraskaranum. Metingin var 6.450. Tað er ein munur á 2,9 prosent í mun til metingina

Munurin millum løntakaratalið í Norðurstreymoyarøkinum eru góðir 80 løntakarar. Tað er 4,3 prosent í mun til metingina. 

Í Suðurstreymoyar øki vóru góðir 10.800 løntakarar í juni. Metta talið var um 11.400. Munurin er 4,9 prosent samanborið við metingina. Í apríl var munurin 9,1prosent.

Í Vága økinum var munurin millum løntakaratalið og framroknaðu metingina góðir 100 løntakarar í juni. Munurin er 6,7 prosent.

Í Sandoynni er lítil munur millum løntakaratalið og metingina fyri juni. Munurin er 1,6 prosent.

Í Suðuroyar økinum vóru góðir 2.030 løntakarar í juni og framrokningin vísir 2.130. Munurin er 4,7 prosent samanborið við metingina.

Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum.

Kelda: hagstova.fo

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder