
Í gjár varð staðfest, at ein familja í Havn er vorðin smittað við korona. Familjan hevur børn, sum ganga á Glasi, á Skúlanum á Fløtum og í barnagarðinum á Norðasta Horni.
Sostatt varð avgerð tikin um at kanna øll á Glasi, í dagstovninum á Norðasta Horni, og á ítróttarrásini á Skúlanum á Fløtum, sum heldur til í Gundadali.
Í gjár vórðu 273 næmingar og starvsfólk á Glasi kannaði, og í dag skulu 1.400 kannast.
Á Skúlanum á Fløtum eru 15 starvsfólk og uml. 100 næmingar kannaðir, og á dagstovninum á Norðasta Horni eru 43 børn og 14 starvsfólk kannað.
Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, segði við Útvarpið á middegi, at øll úrslitini av kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vóru negativ.
Sambært Kringvarpinum var úrslitið á dagstovninum og á Skúlanum á Fløtum enn ikki greitt.
Nú eru 24 fólk smittað
Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Heilsumálaráðnum er nú tilsamans 437 tilburðir skrásettir í Føroyum. Síðan í gjár eru tríggir tilburðir lagdir afturat, og ein er vorðin frískur.
Teir tríggir persónarnir, sum hava fingið staðfest smittuna, eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu.
Sostatt eru tilsamans 413 fólk vorðin frísk aftur, og 24 eru smittað í løtuni.
115.982 kanningar eru nú gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald