
Talið á løntakarum í august var 27.300 – um 800 fleiri enn í august í fjør, skrivar Hagstovan.
Hóast hetta vísir trendurin, at vøksturin í løntakaratalinum seinastu mánaðirnir er nærum steðgaður upp. Síðan mars hevur talið ligið millum 27.000 og 28.000 løntakarar.
Tá hugt verður at kynsbýtinum sæst, at talið á mannligum løntakarum í august var 13.900, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var 13.400.
Meðan vøksturin í talinum á mannligum løntakarum nærum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum, og tí minkar munurin millum kynini.
Tá hugt verður at ymsu vinnugreinunum sæst, sambært Hagstovuni, at har í 'privatu tænastuvinnunum' hómast ein lítil vøkstur, meðan vøksturin í 'almennari o.a. tænastu' nú er avtakandi. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka, eftir at tað annars hevur verið støðugt vaksandi síðani 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald