2023-08-29 16:39
Eystari Landsrættur er í løtuni í Føroyum og hevur ymisk mál á skránni.
Í gjár byrjaði onnur vikan við einum revsimáli, ið snúði seg um vitnihóttanir og sostatt brot á revsilógina.
Føroya Politi skrivar, at ein 29 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava hótt fyrrverandi unnustu sína og onnur eftir lívinum. Hetta var í sambandi við, at hon var vitni í einum øðrum revsimáli móti honum.
Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti, og maðurin fekk 60 daga fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald