Innanlands

29 prosent av teimum smittaðu eru koppsett

Higartil í september eru 69 fólk smittað við covid-19 – farin undir at geva teimum mest sárbæru triðja prikið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-20 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

29 prosent av teimum føroyingunum, sum higartil í september hava verið smittað við covid-19 vóru fult vaksinerað.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, upp á fyrispurning fyri Portalinum.

Higartil í september eru 69 fólk smittað, og av teimum vóru tað 20, sum vóru koppsett tvær ferðir.

Fyri at minka um vandan hjá fólki í vandabólkinum at verða smittað, er heilsuverkið tí “so smátt farið undir koppsetað tey sárbæru við triðja priki”, upplýsir landslæknin eisini.

[object Object]Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Við at sammeta talið á teimum ókoppsettu, ið verða smittað við samlaða fólkatalið, sum ikki er liðugt koppsett, kann landslæknin nú staðfesta, at tað er seks ferðir størri vandi at vera smittaður um tú ikki ert koppsett/ur, enn um tú ert koppsett/ur.

Útlendskar kanningar hava víst, at vandin fyri ókoppsett er umleið 8-9 ferðir størri. Munurin kann skyldas, at okkara talmongd er lutfalsliga lítil.

Landslæknin vísir eisini á, at tey, ið eru fult koppsett, men kortini verða smittað við covid-19, eru rættiliga nógv meira vard móti at gerast álvarsliga sjúk og verða innløgd á sjúkrahúsi.


placeholder
placeholder