Innanlands

29.400 starvsfólk í august

Í august vóru knapt 14.900 menn og góðar 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-19 18:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august vóru 29.395 starvsfólk í Føroyum.

Tað eru 51 starvsfólk, ella 0,2 prosent, fleiri enn august í fjør, skrivar Hagstovan.

Í august vóru knapt 14.900 menn og góðar 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 121 ella 0,8 prosent fleiri, meðan talið á monnum er minkað við 70 ella 0,5 prosentum.

Starvsfólk, sum arbeiða undir privatum ræði eru vorðin 0,4 prosent færri í mun til sama mánað í fjør.

Hetta stavar frá eini minking av mannligum starvsfólkum í bólkinum. Teir eru 85 persónar, ella 0,8 prosent, færri enn í fjør. Hjá kvinnunum var ein lítil vøkstur.

Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var hinvegin ein vøkstur hjá báðum kynum. Her vóru menninir 15 ella 0,5 prosent fleiri í august í ár samanborið við í fjør. Kvinnurnar vóru 108 ella 1,2 prosent fleiri samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder