Innanlands

298 fulltíðararbeiðsleys í august

130 kvinnur og 223 menn vóru raktir av arbeiðsloysi í august – Arbeiðsloysið var størst í Suðuroynni og minst í Eysturoynni Norðoyggjum og Sandoynni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-04 18:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent, og tað var sostatt óbroytt í mun til sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Talið á persónum, sum vóru raktir av arbeiðsloysi í august var 33 færri enn í august í fjør.

353 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í august -  130 kvinnur og 223 menn. Hetta svarar til 298 fulltíðararbeiðsleys - fýra færri enn í august í fjør.

Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroy - 2,1 prosent. Lægsta arbeiðsloysið var í Eysturoynni, Norðoyggjum og Sandoynni - 0,6 prosent, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder