Innanlands

3 milliónir afturat til føroyska eldratøkni-fyritøku

Felagið TechCare hevur skift navn til Nemlia

2020-06-23 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska tøknifyritøkan Nemlia boðar í dag frá, at høvuðspartaeigararnir í felagnum – Varðin Invest og Christian í Grótinum – seta tríggjar milliónir afturat í felagið.

Nemlia framleiðir tól og forrit til umsorganarøkið, og hevur saman við eitt nú Norðoya Bú- og Heimatænastu, Roðanum og Heimatænastuni í Vágum gjørt drúgvar royndir at bøta um lívsgóðskuna hjá teimum eldri.

Seinastu tvey árini eru góðar 10 milliónir krónur settar í felagið, og nú er ætlanin at fara út í heim við heilsutøkniligu loysnunum.

Nýtt navn
Felagið hevur higartil virkað undir navninum TechCare, men av tí at fleiri aðrar fyritøkur úti í heimi hava sama navn, varð avgjørt at finna eitt nýtt.

Valið fall á Nemlia. Tað er makaleyst, stutt, lætt at siga, lætt at stava og riggar uttanlands.

Nemlia er akkurát, nevniliga, júst tað, sum við tøkni ger tað møguligt hjá eldri at liva lívið til fulnar.

[object Object]
Ólavur Ellefsen

Nýggj hølir og nýggjur stjóri
Seinastu gott tvey árini hevur felagið havt skrivstovu á Hugskotinum á Vestaru Bryggju, men er nú vaksið úr íverksetaraumhvørvinum og er flutt í egin hølir í Niels Finsensgøtu 16 í Havn, beint við Steinatún.

Framleiðslan hjá felagnum er við Gøtugjógv. Níggju fólk arbeiða hjá Nemlia.

Samstundis sum at kapitalurin verður hækkaður, er Ólavur Ellefsen settur stjóri í felagnum.

Hann hevur drúgvar royndir sum íverkseti, og hevur saman við øðrum stovnað millum annað telefelagið Kall, skeiðsfyritøkuna Simprentis, taraalifelagið Ocean Rainforest og KT-fyritøkurnar VIT, Klintra og Tøkni. Hann er stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya og nevndarformaður í Globe Tracker og Klintra.

Stjórin seinastu tvey árini, Brian Bischoff, er farin í annað starv, men verður framvegis knýttur at Nemlia.

Nevndarformaður í Nemlia er Pál Weihe. Hinir í nevndini eru Joel undir Leitinum, Jan Petersen, Súni Schwartz Jacobsen og Peer Bentzen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder