Fyri 30 árum síðani var tónleikabólkurin Aldubáran stovnaður. Sjey ungir tónleikarar, ið tá allir vóru spjaddir kring heimin, stovnaðu bólkin. Endamálið var – og er framvegis – at spæla tónleik á hægsta stigi, og eggja tónaskøldum at skriva nýggjan tónleik.
Hesi seinastu trý áratíggjuni hevur bólkurin arbeitt við at bíleggja, skapa og framføra serliga nýggjan føroyskan tónleik, umframt at framføra kamar- og samtíðartónleik í Føroyum og uttanlands.
Leygardagin 18. oktober bjóðar Aldubáran føðingardagskonsert við fullari manning, og fer á konsertini at framføra spildurnýggjan tónleik, skrivaður av blaðungum tónaskøldum. Flestu teirra vóru ikki fødd, tá ið Aldubáran var sett á stovn fyri 30 árum síðani.
Ungu tónaskøldini, hvørs verk verða framførd á konsertini, eru:
Tóra Tróndardóttir
 Ásgerð Stenberg Olsen
 Alvi Joensen
 Eli Tausen á Lava
 Bjarni Blaasvær
 Mikkjal Davidsen
 Andras Ellendersen
 Ólavur Eyðunsson Gaard
Konsertin, sum er ókeypis, verður í Hátuni á Musikkskúlanum leygarkvøldið 18. oktober kl. 19.30.
Tónleikara hetta kvøldið erur:
Bernharður Wilkinson, dirigentur
 Jón Festirstein, violin
 Andrias Blaasvær, violin
 Angelika Hansen, violin & bratsj
 Birita Dam, bratsj
 Kristina á Váli, sello
 Andreas Restorff, sello
 Ólavur Jakobsen, gittar
 Aksel Remmel, klaver
 Kristina Thede, saksofon
 Andrea Heindriksdóttir, floyta
 Anna Klett, klarinett
 Páll Sólstein, horn
 Maria Wang Reinert, trombon
 Ernst Remmel, trompet
 Johan Hentze, trompet
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald