Uttanlands

30 milliónir bretar fáa tilboð um triðja prik

Øll yvir 50 ár, fólk, sum eru serliga veik, og heilsustarvsfólk eiga at fáa tilboð um eitt triðja prik eitt hálvt ár eftir seinna prikið, hevur ein bretsk koppsetingarnevnd mælt til

Kvinna verður koppsett í London (Mynd: EPA)

Kvinna verður koppsett í London (Mynd: EPA)

2021-09-15 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bretsk koppsetingarnevnd hevur mælt til, at uml. 30 mió. fólk skulu fáa tilboð um eitt triðja prik fyri koronu eitt hálvt ár eftir seinna prikið.

Hesar 30 mió. umfata øll yvir 50 ár, tey, sum eru serliga veik, og heilsustarvsfólk.

– Sum við mongum øðrum koppsetingum, eru ábendingar um, at verjan minkar yvir tíð, serliga hjá teimum eldru, sum eru í serligum vanda. So "booster-prik" eru ein partur av verjuni móti smittu, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Sajid Javid sambært Ritzau.

Sunnudagin boðaði bretska stjórnin frá, at hon hevði droppað ætlanina um at krevja eitt sonevnt koppsetingarpass fyri at sleppa inn á náttklubbar og onnur líknandi støð. Í staðin ætlar forsætisráðharrin, Boris Johnson at seta álitið á koppseting og kanning fyri at halda smittustøðið niðri í heyst og vetur.

– Farsóttin er langtfrá yvirstaðin, men við okkara framúrskarandi koppsetingarætlan, nýggjum viðgerðum og kanningum hava vit møguleika fyri at liva við virusinum uttan serligar avmarkingar, sigur bretski forsætisráðharrin.

Men heilsumálaráðharrin gjørdi herfyri eisini greitt, at tað kann gerast neyðugt við einum koppsetingarpassi kortini, um smittustøðan brádliga broytist, og ov stórt trýst verður lagt á heilsuverkið.

Stjórnin hevur, sambært bretskum miðlum, eina plan B, sum m.a. snýr seg um krav um munnbind og heimaarbeiði. Afturlating av samfelagnum kann verða brúkt sum ein seinasta neyðloysn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder