Uttanlands

300 fyrrverandi amerikonsk trygdarfólk finnast at Trump

Í einum opnum brævi taka tey frástøðu frá, at Trump brúkti sítt embæti til at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at finna upplýsingar um Joe Biden

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2019-09-28 13:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At amerikanski forsetin, Donald Trump í endnaum av juli royndi at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at finna tyngjandi upplýsingar um demokratiska forsetavalevnið Joe Biden og son hansara er púra burturvíð.

Tað skriva 300 fyrrverandi embætis- og hernaðarfólk, sum hava stovnað felagsskapin National Security Action. Millum tey eru fyrrverandi starvsfólk úr Hvítu Húsunum, CIA, National Security, Homeland og øðrum fregnartænastum, úr verjuni og løgmálaráðnum.

Í einum opnum brævi finnast tey at atburðinum hjá Trump, og tey greiða frá, at tey stuðla ríkisrættarmálið móti forsetanum, sum demokratiski leiðarin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, hevur tikið stig til.

Í brævinum taka tey frástøðu frá, at Trump brúkar sítt embæti til at "bjóða fremmandum tjóðum at blanda seg uppí fólkaræðisligu tilgongdina hjá USA". Hetta vísir, sambært teimum, at forsetin tekur egin áhugamál framum áhugamálini hjá tjóðini. Tí ynskja tey, at Trump verður koyrdur fyri ríkisrættin.

Sambært Politiken eru hvørki Trump ella Hvítu Húsini komin við nørkum ítøkiligum svari til brævið frá National Security Action, men amerikanski forsetin hevur áður rópt ákærurnar um, at hann skal hava lagt trýst á Ukrainska forsetan fyri eina heksajagstran.

Brævið kann lesast her.

Les eisini: Trump: Viðkomandi er næstan njósnari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder