
Tann 29. oktober misti Mowi 20.000 laksar úr einum tøkubúri á Sandi. Beinanvegin var farið í holt við at seta gørn soleiðis at nakað fekst aftur.
Men bara 300 av teimum 20.000 lkasunum komu afturíaftur. Tað upplýsir Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, fyri Kringvarpinum.
Mowi hevur seks stórar aliringar á Sandsvág, og 100.000 laksar eru í hvørjum. Tøkan verður liðug um tvær vikur, og smolt verða latin aftur í ringarnar næsta vár.
Tað kann ljóða nógv, at 20.000 laksar eru slopnir út í náttúruna, men á Umhvørvisstovuni var eingin panikkur tá óhappið hendi.
- Vit hava ongan villan laksastovn í Føroyum, sum verður ávirkaður. Eg ivist eisini í, hvussu nógvir av hesum laksunum – sum jú eru húsdýr – yvirliva eftir at teir eru slopnir leysir, segði Suni Petersen við Blaðið Vikuskifti tann 31. oktober.
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi sigur, at fyritøkan hevur tryggjað sær, at eitt óhapp sum hatta ikki hendir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald